Kiwanis Tórshavn

Kiwanis Tórshavn fekk í mars 2000 eini gomul summarhús. Húsini liggja fyri seg sjálvan uml. 1/2 tíma við bili úr Tórshavn. Tey vóru í so ringum standi at tey mest sum skulu gerast av nýggjum. Ætlanin við húsunum er at brúka tey til kiwanislimir um vikuskiftið, annars er ætlanin at barnagarðar kunnu gera útferðir til húsini á Skarvsoyruni.

Møguligt verður at uml.30 fólk kunnu sita við borði samtíðis, eins og eini 12 sovipláss verað í húsunum. Vónandi verða húsini liðug áðrenn Kiwanistingið í august 2001.

[ Til baka - Back ]