Føroysk gáva til íslendska forsetan

Føroysk gáva til íslendska forsetan


Í gjár fekk forseti Íslands, Guðni Thorlacius Jóhannesson, hábærsliga gávu úr Føroyum, tá honum varð handað tvær Kiwanis klútadukkur, sum Astrid Andreasen hevur prýtt.
 
Økisstjórin fyri Kiwanis í Føroyum, Sámal Bláhamar, vitjar regluliga í Íslandi. Fyri kortum fekk hann boð úr Íslandi um, at forseti Íslands kom at handa Kiwanis í Íslandi pening til vælgerandi endamál. Sámal greiðir frá, at hann sá hetta sum ein gyltan møguleika at seta føroyar í sjóneykuna, og setti seg síðani í samband í Astrid Andreasen, listakvinnu, sum síðani arbeiddi miðsavnað við dukkunum í eina viku.
 
Astrid Andreasen greiðir frá at hon sjálv hevur litað hárið hjá dukkunum við steinamosa, sum er ein skón sum vaksur á steinum. Skjúrtið til dukkuna er vovið á blindastovninum, og silki sum brúkt er til broderingina hevur hon fingið úr Japan. Hárið á dreingjadukkuni hevur seyðamaðurin, sum er á 20 krónu seðlinum spunnið. Hesin var systkinabarn ommu Astrid, og var omanfyri 90 ár, tá hann spann tað.
 
Sámal Bláhamar sigur at hóast hendan handanin ikki var á uppruna skránni forsetans, so var forsetin sera

glaður fyri føroysku gávuna, og helt at dukkurnar vera einastandandi vakrar. Eisini handaði Sámal honum bókina um listaverk Astrids, soleiðis at hann fekk betri innlit í hvør listafólkið var, sum hevði málað og prýtt dukkurnar.
 
Sámal Bláhamar greiðir skemtiliga frá, at hann segði forseta Íslands at hann er fyrsti presidentur, sum fær eina slíka dukku úr endurnýtistilfari, og hann var vísur í at tá hesi tíðindini rukku um heim, so fór amerikanski presidenturin Donald Trump eisini at vilja ogna sær eina Kiwanis dukku.
 
Kiwanis klútadukkan er framleidd av tilfari frá vaskarínum á Landssjúkrahúsinum. Dukkan er vanliga neutral, kritahvít og hevur onki andlit. Tá dukkan verður latin verður ein litblýantur latin við, soleiðis at barnið sjálvt kann tekna dukkuna.
 
Endamálið við dukkuni er at bæði at veita barninum troyst, møguleika at skapa, og eisni ein veita eina hjálp til barnið at vísa á hvar tað hevur ilt, so tey vaksnu kunnu tosa við barnið um pínuna.
 
Les um Kiwanis dukkurnar sum verða handaðar nýføddum føroyingum VIÐ AT TRÝSTA HER

www.in.fo  greindi frá